Atgongumerkini til grillkvøldið á Dansibandsfestivalinum

Áhugin fyri grillkvøldinum til Dansibandsfestivalin er sera stórur. Og seinastu atgongumerkini til grillkvøldið verða seld í MAGN-støðini í Vági frá kl. 18 ónskvøldið 1. mai 2019.

Leggið til merkis, at tað er avmarkað atgongd til grillkvøldið !

Grillkvøldið verður leygarkvøldið 4. mai kl. 19.30 í Vágs Høll. Á matarskránni er grillað oksafillet, ovnbakaði petit eplir og rótfrukt, salatir og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið.

Kostnaður 250 kr. (er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin)

Facebook viðmerkingar