Niðanfyri er spennandi skráin til Dansibandsfestivalin er nú klár. Skráin byrjar tórskvøldið tá Syngið og dansið við er á Hamragarði. Fríggjakvøldið er bæði konsert og dansur á skránni, og skráin leygardagin er rúgvismikil og fjølbroytt við gongutúri, brunsj, dansibandsgudstænastu, grillkvøldi og dansi.
Skráin er hendan
Skráin til Dansibandsfestivalin 2019
Tórsdagin2. mai 2019
Sum vant byrjar Dansibandsfestivalinum við Syngið og dansið við kvøldi á Hamragarði – hetta er eitt tiltak, sum Dansibandsfestivalurin skipar í samstarvi við Eldraátøkini hjá Vágs kommunu. Syngið og dansið við kvøldið verður við luttøku av Árna, Hentzar, og Terja við harmonikum og bassi.
Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.
Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.
Fríggjadagin 3. mai 2019
Kl. 20.00 Konsert við Blátt Gras í Vágs Høll. Og aftaná (uml. kl. 21.00) verður felags sangur Hjalmar & Dagfinn spæla undir og suppu v/breyð í Vágs Høll. (Tiltakið kostar 100 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin).
Kl. 22.00 KVF sendir beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.
Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia (NO) og Hans Jacob og vinmenn (FO). (Dansurin kostar 250 kr. – er íroknaður vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin)
Kl. 04.00 Dansurin endar.
Leygardagin 4. mai 2019
Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki frá Tríkantinum á Sandinum niðaneftir Trælagøtu og niðan á Eggjarnar. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.
Kl. 11.00-13.00 Dansibands-brunsh í Vágs Høll. Kostnaður 100 kr. fyri vaksin, 50 kr. fyri børn. Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin.
Kl. 15.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll Anne Mette Greve Klemensen, presti.
Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Grillaðir oksafillet, ovnbakaði petit eplir og rótfrukt, salatir og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 23.30 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Gutta fra Scandinavia og (NO) og Sunrise (FO). Kostnaður 250 kr. – er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.
Kl. 04.00 Dansurin endar.
Facebook viðmerkingar