Leygarnáttina varð útróðrarbáturin Skarstein, sum er heimahoyrandi í Trongisvági, ásigldur av íslendska trolaranum Hakon vestanfyri Suðuroynna.
Um eitt tíðina leygarnáttina fekk Tórshavn Radio fráboðan frá Hakon um at teir høvdu siglt á ein bát góðar 40 fjórðingar vestur úr Suðuroynni. Íslendski trolarin setti bát út, sum fór til Skarstein, har Oddur Nielsen var umborð – og varð Oddur fingin umborð á Íslendska trolaran.
Trolarni setti eisini enda á Skarstein og byrjaði at sleipa hann ímóti Havnini, hetta var um trý-tíðina. Og um seks-tíðina sunnumorgun kom Tjaldrið til trolaran. Gongd varð aftur fingið á Skarstein, sum sigldi á Havnina við egnari maskinmegi.
Í gjár varð Skarstein tikin upp í Runavík. Og sum myndirnar á R7.fo vísa, so kundi tað endað galið, tá Skarstein leygarnáttina varð ásigldur vestanfyri Suðuroynna. Myndirnar á R7.fo eru her.
Facebook viðmerkingar