Gongd komin á útgrevsturin til næmingaheimið

Um páskini varð spakin settur í til nýggja næmingaheimið til Ítróttaháskúlan í Suðuroy, sum Bústaðir letur byggja í Vági. -Og nú í døgunum eftir páskir er gongd komin á útgrevsturin.

Eins og myndirnar vísa, so gongur tað skjótt við at grava út fyri næmingabústaðinum og ætlanin er eisini at fara í gongd við steinseting og síðani at byggja skótast tilber. Tað er byggifyritøkan Norcon í Vági, sum stendur fyri arbeiðinum at byggja næmingabústaðin til Ítróttaháskúlan.

Facebook viðmerkingar