Leygardagin var fyrsta umfar í sjavskappingini á Eiðinum eftir summarfrítíðina. Hetta var samstundis 21. umfar í ár.
Úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Petur Muller og Birgir Skorastein, 3 stig hvør
Nr. 3. Sámal Poulsen og Páll Lervig, 2 stig hvør
Nr. 4. Guðrið Larsen og Bogi Lisberg, 1 stig hvør
Í oddinum á sjavskappingin hevur Páll Lervig 22 stig, og við sigrinum í 21. umfari eru Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen komin upp á 20 stig.
Næsta sjavskapping verður tórskvøldið 22. aug. kl. 18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar