Toppdystur í Vágs Høll sunnudagin

Sunnudagin verður toppdystur í Hvonndeildini í Vágs Høll, tá VB tekur ímóti oddaliðnum VÍF.

VÍF-kvinnurnar hava víst rættiliga styrki í ár og eftir 10 dystir hava tær bara mist 1 stig, tað var í javnleikinum ímóti Neistanum í Havn mitt í oktober.

VÍF tók ímóti VB í Vestmanna 21. Oktober og vann VÍF tann dystin við tveimum málum, 28-26.

VB er í løtuni nr. 2 í Hvonndeildini við 18 stigum fyri 11 dystir. Umframt at missa stig til VÍF, so hevur VB spælt tveir javnleikir ímóti Kyndli.

Dysturin ímóti VÍF í Vágs Høll verður sunnudagin kl. 15.00.

Aftaná dystin bjóðar VB kaffi og rísalamande.

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar