Tórskvøldið kl. 20:00, verður møguligt at hoyra um háaktuellu bókina “Svik”, ið Jan Lamhauge, journalistur, júst hevur givið út. Bókin snýr seg um skattamálið hjá Eik og hevur elvt til stórt kjak, síðan hon kom út.
Jan Lamhauge verður sjálvur til staðar og greiðir frá bókini og arbeiðinum bæði við bókini og uppslítandi arbeiðinum fyri Kringvarpið, í strembanini eftir at gera sendingina “Skattamálið 2”.
Til ber at keypa bókina og fáa hana signeraða.
Tiltakið er ókeypis.
Facebook viðmerkingar