Jólakonsert í Vágs kirkju

Komið er út í advent. Fyrsta ljósið er tendrað, og fólk eru so smátt farin at stákast við jólafyrireikingunum. Hóast vátasletting og storm er nú høvið at koma í rætta jólalagið komandi sunnudag.

Árliga jólakonsertin verður í Vágs kirkju sunnudagin, 8. des. kl. 18.

Kórini, sum fara at syngja, eru Orðið á borðið, Sumbiarkórið, Mannskórið í Missiónshúsinum á Tvøroyri og Kirkjukórið Ljómur.

Í samband við konsertina ber til at geva nakrar krónur til jólahjálpina hjá Barnabata..

Facebook viðmerkingar