Altjóða forsetin í Lions, Guðrún Björt Yngvadóttir og maður hennara Jon Bjarni Thorsteinsson, vitjaði í Suðuroynni leygardagin 1. februar.
Hjúnini komu suður við Smyril á Krambatanga um morgunin, har Lions limirnir í Suðuroynni tóku ímóti, haðani farið var við bussi suður á Akraberg til morgundrekka.
Veðrið var avbera gott, og setti hetta sín dám á vitjanina. Steðgað var við minnisvarðan i Sumba, og á Hestinum.
Í Vági vísti Vágseiði sítt yndið, vitja var á Krígs- og Ruth Smith savninum, og steðga var við minnisvarðaøkið á Fløgulið.
Í felagshúsinum hjá Lions í Hovi var borðreitt, og sagt var frá um okkara Lions felagsskap, eins og Guðrún Björt Yngvadóttir greiddi frá um sína tíð í Lions, og tilgongdina til at blíva valda til tann fyrsta kvinnuliga altjóða presidentin í Lions.
Síðani varð farið í snotuliga Tarvafjósið, húsið hjá Lion´s á Hamri í Froðba, har minnisteinur er reistur til heiður og æru fyri Føroya størsta yrkjara Pól F. Joensen, har Lions limir sungu Fagra Blóma.
Koyrt var framvið minnisvarðanum á Torvheyggi, og vitjanin endaði á SALT við góðum ábiti, sangi, frásøgnum, røðum og gávuhandan.
–Sum eitt kuriosum kann nevnast, at í tilgongdini til Projekt SALT, var Vigdís Finnbogadóttir, forsetti Ísland´s proctetor fyri verkætlanini. Vigdís Finnbogadóttir var fyrsti forsettin í Europa, og var heimsins fyrsti kvinnuligu demokratiskt valdi forsetti. Og nú vitjar í SALT, -aftur úr Íslandi- Guðrún Björt Yngvadóttir, fyrsti alheims forseti í Lions.
Guðrún Björt Yngvadóttir og Jon Bjarni Thorsteinsson, vitja sunnudagin 2 februar Lions felagsskapin í Tórshavn.
-Við slagorðinum We Serve “okur stuðla” er Lions við sínum 1.4 mil. limum størsti vælgerandi felagsskapur í heiminum, sum allir hava eittans endamál, ið fyrst av øll er, at stuðla og hjálpa fólkið sum liva í ótta og neyð, vernd av umhvørvinum, varveita siðaarv, at knýta altjóða sambond, skipa fyri átøkum tilframa fyri heilsu, og styrkja trivnað fyri ungdómin-