Konsert í Vágs kirkju sunnudagin 10. des

Sunnudagin 10. desember kl. 18:00 verður konsert í Vágs kirkju.
Tað verður ein fjølbroytt jólakonsert við fleiri kórum úr Suðuroynni.

Kórini eru: Frelsunarherurin (Orðið á borðið), Sumbiarkórið, Manskórið í Missiónshúsinum á Tvøroyri, Streingjakórið í Porkeri og Kirkjukórið Ljómur.

– Høvi verður at lata “Í menniskjum góður tokki eina gávu”.

Aftaná kosertina verður boðið til ein drekkamunn.

Vágs kirkja

Facebook viðmerkingar