Nú er 2. sunnudagur í Advent, og BUBU og LULU eru aftur klár við nýggjari Adventsløtu, har fleiri gestir koma framvið og luttaka við sangi og tónleiki.
LULU og BUBU práta um jólamannin og skriva honum bræv, eins og tey hugna sær nú jólini nærkast alt meira.
Nýggi bólkurin ELISHA ið eru børn av Toftum framførir eins og at Terje Vestergaard saman við børnum syngja í hesari sendingini.
Hendan adventsløta er nummar tvey í røðini av fýra, og fyrsta sendingin eru longu nú fleiri enn 2600 hits á youtube, eins og at hon eisini hevur verið at sæð í sjónvarpinum í Kringvarpinum.
Facebook viðmerkingar