VB vann ímóti H71

VB vann 26-22 ímóti H71 í Hoyvíkshøllini í dag. Hálvleiksstøðan var 13-11 til VB.

Stóri málskjúttin hjá VB var Mathilde Pedersen, sum gjørdi 9 mál. Caroline Ladefoged gjørdi 6 mál, Agnes Fallesen 4 mál, Gurið K. Augustinussen 3 mál, og Bára K. Mortensen og Rannvá Johannsen 2 mál hvør.

Aftur fleiri útidystir á rað

Næsta vikuskiftið skal VB aftur á útivøll, tá leiðin gongur til Havnar, har Kyndil tekur ímóti. Fyrsti dystur í nýggja árinum er eisini á útivølli, tá ímóti Neistanum í Havn. 

Næsti heimadystur í Hvonndeildini er 28. februar, men í januar verða fleiri heimadystir í steypakappingini.

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar