Leiðari til Pakkhús 4 -ungdómshúsið á Tvøroyri-

-ungdómshúsið á Tvøroyri-

Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til ungdómshúsið Pakkhús 4, í farloyvisstarv í 1 ár, til at byrja 1 apríl 2020. –ella skjótast gjørligt.

Pakkhús 4 er staðið har børn og ung møtast fyri at hugna sær og hitta onnur. Her kunnu tey spæla spøl, gera ymiskt handaligt, spæla tónleik, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr.

Útbúgving, royndir og førleikar:

  • viðkomandi útbúgving
  • góð samstarvsevnir
  • er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin og álítandi
  • hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum
  • hevur hugsjónir og áhuga innan ungdómsarbeiði
  • royndir innan ungdómsarbeiði er ein fyrimunur

Uppgávu v.m.:

  •  skapa tryggleika og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
  •  skipa fyri tiltøkum, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar
  •  hava áhuga í, og vera opin fyri, einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • at samstarva um nýggj hugskot, børnunum at frama
  • at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring húsið verða yvirhildnar
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta við børn og vaksin

Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
  • ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi
  • løn sambært avtalu við avvarðandi yrkisfelag
  • umframt leiðaran, eru 3 hjálparfólk knýtt at ungdómshúsinum, ið starvast í skiftandi vaktum

Setanar- og lønarviðurskifti:

  • talan er um farloyviðsstarv frá 1. apríl 2020 til 31. mars. 2021
  • talan er um niðursetta starvstíð 0.82  svarandi til 30 tímar um vikuna.
  • tarvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið, flokk. 6,
  • tilvísing til kommunustjóran

Umsókn:

Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 16. mars 2020 kl. 12.00, og sendast til frodi@tvoroyri.fo  –merkt “Leiðari Pakkhús 4”

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Amy Bech, fíggjarleiðara, á telefon 226013 ella Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 781122.

Pakkhús 4 er opið 4 gerandisdagar um vikuna (Mán.-Týsd.- Óns.-& Tórs.) frá kl. 13.00 til 18.00 fyri yngri børnum, og frá kl. 19.00 til 23.00 fyri teimum eldru børnunum. Harumframt kann vera skipa fyri tiltøkum í  vikuskiftinum. (Broytingar kunna henda í tíðunum húsið er opið)