Sjódypp aðalfund 6. okt.

Árligi aðalfundurin hjá felagnum Sjódypp verður týskvøldið tann 6. oktobur kl 19 í hølinum hjá Fablab í Vágs skúla.

Dagsskrá fyri fundin er fylgjandi:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara.
  2. Frágreiðing frá nevndarlimi um árið, ið fór.
  3. Framløga av grannskoðaðum rokniskapi.
  4. Val av nevndarlimum og eykalimum.
  5. Val av grannskoðara.
  6. Ásetan av limagjaldi v.m.
  7. Ásetan av gestapolitikki.
  8. Innkomin uppskot.
  9. Ymiskt.

Uppskot 8 ) skulu verða í hendi, íseinasta lagi, eina viku fyri fundin.

Endamálið fyri fundin er at skapa ein felagsskap kring at sjódyppa og at virka um góðar umstøður at sjódyppa í Suðuroynni.

Øll er hjartaliga vælkomin

Vinarliga heilsan
Nevndin í Sjódypp

Facebook viðmerkingar