
Barnagarðurin Mýrifípan á Tvøroyri søkir eftir tveimum starvsfólkum, at arbeiða 15 tímar um vikuna hvør, at byrja 1. November 2020, ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru, at gera mat til børnini á middegi, vaska upp og gera millummála seinnapartin, 3 dagar um vikuna.
Stovnslýsing:  
Barnagarðurin Mýrifípan fevnir um tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur og ein útibarnagarð. Í løtuni eru 115 børn á stovninum. 
Vit vænta av tær, at tú:
- Hevur áhuga/royndir at gera mat til børn.
 - Er kreativ/ur og nýhugsandi.
 - Er opin fyri broytingum.
 - Kann hava børnini við í matgerðini.
 - Er ágrýtin, nærløgd/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
 - Hevur góð samstarvsevnir.
 - Er yvir 18 ár.
 
Løn:   
Lønin er smb. Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. 
Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737
Umsókn:      
Umsókn, saman við revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:   
Barnagarðin Mýrifípan
Att: Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
-ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skal vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 26. oktober 2020, kl.12.00.

                        
Facebook viðmerkingar