Starv sum námsfrøðingur í Mýrifípuni

Mýrifípan søkir eftir einum námsfrøðing at starvast 30 tímar um vikuna, í tíðaravmarkaðum starvi, fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi, frá 1. November 2020 og til 1. September 2021.

Stovnslýsing: Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, -eina uppgávu vit øll lyfta í felag.

Vit vanta at tú:

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum. 

Setanarviðurskifti:  Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita:  Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737. 

Umsókn:  Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Barnagarðin Mýrifípan
Att, Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur

-ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skal vera okkum í hendi, í seinasta lagi mánadagin 26. oktober 2020, kl.12.00.
Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett í eitt tíðaravmarkað starv. 

Facebook viðmerkingar