TVØROYRAR KOMMUNA TØRVAR 9 NÁMSFRØÐINGAR TIL BARNAGARÐIN MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI
Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 30 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Við tað at øll størvini ikki eru sett av starvsfólkum, ið hava námsfrøðuligt prógv, hevur stovnurin starvsfólk, ið eru sett sum hjálparfólk í tíðaravmarkað starv. Samb. sáttmálaøkið hjá Føroya Pedagogfelag skulu hjálparfólkastørv lýsast leys hvørt ár, og tí verður nú søkt eftir 9 námsfrøðingum til barnagarðin Mýrifípuna í Trongisvági, at byrja 1. januar 2021.
Stovnslýsing:
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymiskleika, støðugari menning í námsfrøðini. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
Vit vænta at tú:
- leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
- brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
- kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
- hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
- dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
- vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymiskleika.
- sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
- hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
Setanarviðurskifti:
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast til:
Barnagarðin Mýrifípan
Att, Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
-ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 1. desember 2020, kl.12.00.
Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Tilber at vitja talgildan túr í okkara flotta barnagarði, har myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur avmyndað hvønn krók í barnagarðinum og sett tað saman soleiðis, at ein kann “spáka” sær runt í bygningunum og fáa sær eina kenslu av, hvussu alt sær út. sí her