Tvøroyrar kommuna søkir eftir lívbjargara til svimjihylin á Tvøroyri at byrja 1. januar 2021.

This image has an empty alt attribute; its file name is SVIM-3.jpg

Arbeiðsuppgávur:

  • at arbeiða sum lívbjargari, herundir taka lut í vaktarskipan
  • at virka fyri, at trygdin verður yvirhildin í svimjihøllini
  • at virka fyri, at reinførisreglur verða yvirhildnar
  • at rudda høll, brúsudeild, v.m.

Aðrar uppgávur kunna vera:

  • at samstarva um nýggj hugskot, brúkarum at frama
  • at taka lut í svimjihallarteknikki, so sum klorroyndir, PH-royndir v.m.
  • at taka lut í ymiskum røktararbeiði
  • at avgreiða atgongugjøld

Førleikar:

  • hevur lívbjargararoynd, fyrstuhjálparskeið og góðar eginleikar at lívbjarga. (Lívbjargingarskeiðið kann verða tikið til starvið)
  • hevur góð samstarvsevnir
  • er blíður, fyrikomandi, nærlagdur, røkin og álítandi
  • hevur hugsjónir og áhuga innan svimjing
  • hevur góða heilsustøðu (heilsuváttan krevst)

Setanar- og lønarviðurskifti:

  • talan er um niðursetta starvstíð (0.15) svarandi til 6 tímar um vikuna.
  • arbeitt verður í einari skiftisskipan. -sum partur av verandi toymi, 2 lívbjargarar og 1 vaskifólk, har lívbjargarar arbeiða í eina viku og hava frí í 2 viku.
  • lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 2
  • tilvísing til tekniska leiðaran hjá Tvøroyrar kommunu

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á tlf. 781122.

Umsóknin saman við prógvum, heilsuváttan og møguligum viðmælum v.m., skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. desember 2020 kl. 12:00 og sendast til frodi@tvoroyri.fo –merkt  “Lívbjargari”.

Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir:  (Broytingar kunna tó henda í opningstíðunum)

Týsdag16:00 – 19:00
Tórsdag16:00 – 19:00
Fríggjadag17:00 – 20:00
Leygardag13:00 – 17:00
Sunnudag08:30 – 10:30

Facebook viðmerkingar