NÁMSFRØÐINGUR TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI

TVØROYRAR KOMMUNA SØKIR EFTIR EINUM NÁMSFRØÐINGI TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI

Søkt eftir einum námsfrøðingi til barnagarðin Mýrifípuna í Trongisvági, at byrja 1. juni 2021 ella eftir nærri avtalu.

Stovnslýsing:

Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.

Vit vanta at tú: 

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

Setanarviðurskifti: 

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita: 

Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737 ella Heidi Park varaleiðara á tlf. 781172.

Umsókn: 

Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

Barnagarðin Mýrifípan

Att, Kari Petersen, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur

-ella við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi fríggjadagin 21. mai 2021, kl.12.00.

Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv

Facebook viðmerkingar