Eins og á Landssjúkrahúsinum kannar Suðuroyar Sjúkrahús eisini fólk fyri corona smittuna.
Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri greiður frá, at fólk verða podaði uttanfyri Suðuroyar Sjúkrahús, á sama hátt, sum víst í Degi & Viku mánakvøldið, og sita fólk typiskt í einum bili og starvsfólk á Sjúkrahúsinum koma út at poda.
Um onkur ikki kann koma til okkara at verða podaður, so syrgir kommunulæknin fyri at viðkomandi verður podaður t.d. heima.
Royndirnar verða sendar til Havnar har tær verða kannaðar.
Í løtuni verða fólk kannaði eftir ávísing frá kommunulæknunum og fáa fólk so eina tíð um nær og hvar tey skulu møta til kanningina. Hans Pauli Henryson sigur, at tað er sera umráðandi at ongin møtir upp uttan at verða ávístur til poding.
Facebook viðmerkingar