Korona-hugni úr VB-húsinum tórskvøldið

So er tað nú tórskvøldið kl. 19.30, at bjóðað verður til talgilda hugnaløtu úr VB-húsinum.

Á skránni er prát, livandi tónleikur, og so til seinast er møguleiki at skriva inn og ynskja sær ein sang, sum vit fara at royna at fáa tónleikarnar at spæla og syngja til.

Kom við, umvegis facebook og vælkomin at deila tað víðari – leinkja til hugnaløtuna úr VB-húsinum tórskvøldið er her.

Facebook viðmerkingar