Bioanalytikarar úr Suðuroynni í danskari tíðargrein

Undir yvirskriftini: “Bioanalytikere bekæmper også corona på Færøernes sydligste ø” er grein á heimasíðuni hjá Danske Bioanalytikere.

Grein greiðir frá arbeiðinum hjá teimum seks bioanalytikarunum í samband við Corona-kanningar í Føroyum. -Og hetta arbeiði fevnir m.a. um at hjálpa til, tá fólk verða kannaði (podaði) og fer hetta í flestu førum fram á parkeringsøkinum við Suðuroyar Sjúkrahús.

Prøvarnir, sum verða tiknir í Suðuroynni, verða sendir til Havnar á laboratoriið og kemur so var dagin eftir. Í greinini greiðir Sára E. Augustinussen, leiðandi bioanalytikari, frá, at tey gera umleið 10 corona-royndir hvønn dag.

Greinin kann í fullum líki lesast her.

Facebook viðmerkingar