Fyrst í 1970árunum kom sviin Bernhard Edin til Vágs og fór við trolaranum Vágbingi sum maskinmaður. Bernhard hevði stóran áhugað í myndatøku og tók nógvar myndir og gjørdi eisini filmsupptøkur.
Bernhard flutti aftur til Svøríkis eftir 2-3 ár í Vági. Bernhard ynskt altíð at vitjað aftur í Vági, og í 2008 vitjaði hann sman við soninum Anders í Vági. Tá hevði Bernhard myndir og filmsupptøkur við og lat tær til Vágs Sóknar Bygdasavn at brúka.
Í januar bleiv Bernhard 80 ár og bar tá eisini heilsu til Vágs. Í Vági eru vit takksom fyri at hava fingið møguleikan at vísa filmsupptøkurnar hjá Bernhard Edin umborð á Vágbingi fyrst í 1970árunum.
Facebook viðmerkingar