Framúr Korona-hugnaløta í VB-húsinum

Týskvøldið var aftur Korona-hugnaløta við vágbingum í VB-húsinum, hetta var 2. hugnaløtan – og talan var um eina framúr góða hugnaløtu við góðum tónleiki og práti, og ljóð og myndagóðska var í topp.

Fólk kring allan Heim fylgdu við á Facebook-síðuni hjá Korona Hugnaløtuni í VB-húsinum og hugnaløtan náddi út til fleiri enn 10.000 ymiskar facebook-brúkarar.

Tú kann síggja ella endursíggja Korona-hugnaløtuna frá týskvøldinum 31. mars 2020 á leinkjuni niðanfyri. Minst til at spola fram til tíðina 17.30, tá byrjar sjálv sendingin (áðrenn hetta er ein mynd av Vágseiði).

Facebook viðmerkingar