Radiografarnir sín fyrsta arbeiðsdag á Suðuroyar sjúkrahúsi

Í dag er ein stórur dagur á sjúkrahúsinum. Fyri fyrstu ferð í søguni eru tveir radiografar settir í starv.

Sum vit áður hava hoyrt, so varð ein CT-skannari keyptur til Suðuroyar Sjúkrahús í fjør, og hevur tað ikki verið møguligt at tikið skannaran í nýtslu, av tí at ongir radiografar hava verið í starvi á sjúkrahúsinum.

Seint í fjør varð søkt eftir radiografum, og vóru vit so heppin at fáa fleiri umsóknir til størvini.

Babra Mirza og Torkil Lund Clausen eru í morgun byrjaði í starvi sum radiografar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Babra og Torkil fara nú saman við øðrum at fyrireika nýggju tænastuna, ið Suðuroyar Sjúkrahús í framtíðini kann bjóða suðuroyingum og øllum føroyingum.

Facebook viðmerkingar