Annarleiðis kreativ teknikapping í Sumba

Í nakrar dagar hava familiur í Sumbiar kommunu verið saman í frástøðu við at luttaka í eini páskakapping.

Kappingin gekk út uppá at hugna sær heima við at mála páskaligar myndir á steinar og leggja teir viđ høvuðsvegnum runt um í kommununi. Nú fólk eru so nógv heima eru familiur og eldri fólk dagliga og spáka sær ein túr.

Hugskotið spretti við at skapa ein annarleiðis samveru og gongutúr fyri bæði barnafamiliur og eldri fólk og sigast skal at luttøkan er ovurhonds stór.

Bæði børn, vaksin og eldri fólk hava málað og lagt steinar út. Á middegi ónsdagin vóru yvir 100 steinar lagdir út og tað bara veksir.

Stuttligt er at síggja hugflogi og málningarnir og sanniliga eisini at síggja hvussu væl fólk hava móttikið hugskotið. Børn súkkla allan dagin og hyggja at steinunum og eldri sum ung, bæđi til gongu og í bilum koma runt bygdirnar at hyggja.

Páskakappingin endar í dag, Skertisdag, har drigið verður ímillum tey, ið hava lagt myndir út undir tráðin á Facbookbólkin, Sunnbøur. Vinningurin er eitt stórt páskaregg, sum Sumbiar Kommuna hevur stuðlað við.

Niðanfyri eru fleiri myndir.

Facebook viðmerkingar