Páskadag kl. 18 skipar Frelsunarherurin fyri einum útimøti uttanfyri Frelsunarherin her í Vági.
Hettar er ein heldur øðrvísi páskahøgtíð enn tann sum vit vanliga kenna. Av tí vit ikki hava møguleika at samlast inni, so vilja vit tí skipa tað soleiðis fyri, at vit møtast uttanfyri – tó í fjarstøðu.
Sjálvt um páskini verða hildin øðrvísi í ár, enn undanfarin ár, er boðskapurin enn líka greiður.
Vit hava aftur í ár kunna fylgt hendingunum frá pálmasunnudegi fram til langafríggjadag. Tað er tí ein sera stór gleði fyri okkum, at vit øll kunna samlast í dag um hendan vælsignaða boðskap um at Jesus Kristus, frelsari Heimsins er uppstaðin.
Verð vælkomin at leggja leiðina framvið Frelsunarherin á Vágsvegi 37 Páskadag kl. 18.
Facebook viðmerkingar