RSF: Byrja at rógva aftur

Róðrarsamband Føroya hevur verið á fundi við kappróðrarfeløgini í dag.

Semja varð um at byrja at rógva aftur í ár undir skipaðum umstøðum í mun til smittufyribyrging.

Avgjørt varð at venjingin byrjar í stigum, soleiðis:

  1. apríl – Vaksnu manningarnar byrja at venja – Kvinnur og menn 5-, 6-, 8- og 10-mannafør
  2. mai – Dreingja- og gentumanningarnar byrja.
  3. mai – Eru umstøurnar til tað, byrja barnamanningarnar at venja.

Nærri kunning um kappingina kemur umleið hálvan mai.-

Facebook viðmerkingar