í dag, fríggjadagin 15. des kl. 15:00, letur Jólastovan hjá Visit Suðuroy upp.
Hetta er áttanda árið á rað, at Visit Suðuroy hevur jólastovu, fyri børnum og barnsligum sálum.
Jólastovan hevur verið sera væl vitja øll hesi árini. Børn og vaksin kunnu koma innar, og vekk frá jólaræsinum eina løtu og nýta friðin og hugnan. Ketty er í Jólastovuni og hjúklar um børnini og leggur lag á.
Dentur hevur altíð verið lagdur á, at tað er ókeypis at vitja Jólastovuna, t.v.s. at børn, ung og vaksin kunnu klippa og líma okkurt jólapynt, og fáa sær okkurt gott afturvið, ókeypis.
Jólastovan verður opin fram til 22. desember frá kl. 15 – 18. Nógv ymiskt verður á skránni s.s. jólasøgur verða lisnar, vit pynta jólatræ, klippa jólapynt, syngja og ymiskt annað
Og í dag kl. 16:00, lesur Arnfinnur søguna ” Besta jólagávan”, sum er søgan um jólamannin, sum gerst forkølaður, og má hjálp at bera gávurnar út til heimsins børn.
Vit siggjast í Jólastovuni
Facebook viðmerkingar