Uppsjóvarskipið Nýborg, sum varð keypt til Vágs í summar, landar í dag svartkjaft í Fuglafirði. Nýborg fór herfyri á svartkjaft, eftir at sildakvotan, sum Nýborg keypti á uppboðssøluni varð uppi.
Umframt hendan túrin, har teir landa 750 tons í Fuglafirði, so hava teir eisini landað í Skagen, hetta var í farnu viku, tá teir landaðu 1.400 tons.
Alex Vilhelm, reiðari, letur væl at hvussu skipið hevur roynst, nú teir bæði hava verið á sild og svartkjafti við Nýborg.
Facebook viðmerkingar