Seinastu mánaðirnar hevur Arnfinnur Thomassen í Vági arbeitt við at loysa eina 78 ára gamla gátu, um ein bretskan sjómann, sum varð jarðaður í Vági 18. juli í 1942, eftir at hann varð funnin deyður í bjargingarvesti á Vágsfjørði tveir dagar frammanunan.
Bretski sjómaðurin varð jarðaður sum navnleysur, men hann hevði tó ein ring, har bókstavirnar J H N vóru graveraðir. Og nettupp umvegis hesar bókstavirnar hevur Arnfinnur Thomassen nú funnið fram til hvør maðurin var.
Og alt bendir á, at talan er um bretska sjómannin John Henry Nicholls úr Grimsby, sum fórst við trolaranum Bromelia úr Grimsby í juni/juli í 1942.
Arnfinnur Thomassen fer í Degi & Viku í kvøld at greiða frá søguni um John Henry Nicholls, umframt at Arnfinnur hevur skrivað longri grein um søguna, sum verður prentað í Dimmalætting í vikuni.
Eisini bretskir miðlar hava víst søguni áhugað og hevur Arnfinnur í morgun verið í BBC og greitt frá, umframt at Grimsby Telegraph hevur grein um søguna í dag, tann greinin kann lesast.
Í dag kl. 16.30 verður minningarhald í gamla kirkjugarði í smb. við at 75 ár eru liðin, síðan Seinri Heimsbardagi endaði. -Og fer Arnfinnur eisini tá at greiða frá søguni um bretska sjómannin John Henry Nicholls.
Facebook viðmerkingar