Í vikuni var greitt frá at Arnfinnur Thomassen úr Vági hevði greitt eina 78 ára gamla gátu um bretskan sjómann, sum varð jarðaður sum ókendur í gamla kirkjugarðinum í Vági í 1942.
Talan var um John Henry Nicholls, sum er avmyndaður omanfyri, sum var við trolaranum Bromelia úr Grimsby, sum gekk burtur í juni 1942.
Søgan varð prentað í Grimsby Telegraph og nú hava eftirkomarar sett seg í samband við Arnfinn og takka honum hjartaliga fyri at hava loyst gátuna. Abbabørn hava boðað frá, at tey fara leggja leiðina til Vágs so skjótt sum corona-støðan loyvir tí.
Myndin niðanfyri er av Christine Paris ein av abbadøtrunum.
Lesið eisini
Facebook viðmerkingar