19. november 2026, varð arbeiðstakarasáttmáli um nýggja gongubreyt í Líðini í Trongisvági undirskrivaður í býráðssalinum á Tvøroyri.
Tað er Sp/f Andrias Berg, sum skal standa fyri arbeiðinum, ið fevnir um at gera eina umleið 500 metrar langa og 2 metrar breiða gongubreyt fram við landsvegnum, frá Ósanum til rulluportrið í Trongisvágslið.
Verkætlanin verður framd í samstarvi við Landsverk, sum hevur góðkent ætlanina. Tvøroyrar kommuna er byggiharri og hevur ábyrgdina av arbeiðinum.
Løgtingið hevur fyribils játtað 1 mió. kr. til gongubreytina. Sáttmálaupphæddin við Sp/f Andrias Berg er 1.391.100 kr. uttan meirvirðisgjald.
Endamálið við nýggju gongubreytini er at bøta um ferðslutrygdina og skapa tryggari umstøður hjá teimum, sum ganga fram við hesum vegastrekkinum.
Sambært tíðarætlanini skal arbeiðið verða liðugt fyrst í februar 2027.


Facebook viðmerkingar