Eins og siðvenja er, verður jólatræið á Tvøroyri tendrað fyrsta sunnudag í advent. Í ár er tað 29. november og verða vøkru ljósini á trænum tendraði kl. 16:00.
Vit viðmæla fólki at koma í góðari tíð, tí Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Enni, byrjar at spæla nakað áðrenn og væntast kann stór mannfjøld til tiltakið, eins og vanligt er.
Sløkkiliðið kemur á staðið við nissum og brandbilum. Bollar og kakao verður at fáa og Jákup Erlingsson Prestur, fer at lesa úr jólaevangeliinum.
Børnini fáa sjálvandi ein góðan posa við onkrum góðum í, frá Tvøroyrar kommunu.
Jólatræið á Tvøroyri er tiltikið vakurt, eins og býurin sjálvur eisini verður jólaprýddur til høvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.


Facebook viðmerkingar