Síðst í juni í 1942 var Grimsby trolarin Bromelia á veg undan Íslandi til Stóra Bretlands. Tað seinasta fólk vita frá skipunum er nakrar dagar áðrenn mánaðarskifti juni/juli, tá skipið hvar og ongin frætti nakrantíð nakað um hvat varð hent.
Varð skipið sokkið av einum týskum kavbáti ella hevði tað siglt á eina minu við Føroyar?
16. juli 1942 verður ein deyður sjómaður funnin flótandi í sjónum útfyri Vágsfjørð. Maðurin verður jarðaður í gamla kirkjugarði í Vági 18. juli 1942 sum ókendur sjómaður – og við honum eisini ringur við áskriftini J. H. N.
Eins og so nógvir aðrir sjómenn undir Seinna Heimsbardaga er manningin á Bromelia nevnd í minnislundini Merchant Seaman memorial nærhendis Tower of London.
Greinin heldur áfram undir myndunum.
Fyrr í vikuni kom tó undan kavi, at ókendi sjómaðurin í gamla kirkjugarði í Vági er John Henry Nicholls, ein av manningini av Bromelia.
John Henry Nicholls var giftur við Clara Annie Lee, sum doyði í 1989, hon bleiv ikki gift uppaftur eftir at hava mist mannin í 1942. Tey áttu tveir synir, Charles H. Nicholls (f. 1923) og Ronald Nicholls (f. 1928). Og eftir teir eru abbabørn, sum búgva í Berkshire, Scunthorpe, Lincoln og í Norður Jútlandi í Danmark.
Nú gátan um ókenda bretska sjómannin í gamla kirkjugarði í Vági er loyst hava eftirkomararnir fingið nýggjan gravstað at vitja og hava tey eisini boðað frá ætlanum um at koma til Vágs.
Lesið eisini:
Facebook viðmerkingar