Ógvuliga long bíðirøð á Tvøroyri til Korona kanning

Sera nógvir bilar standa í røð á Tvøroyri í dag til korona kanningarstovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Tvøroyrar kommunu heitur tí á fólk um at taka serlig atlit og ansa sær í ferðsluni, nú bíðirøðin til Korona kanningar á Suðuroyar Sjúkrahús alsamt er voksin oman í býin. Tvøroyrar kommuna heitur á bilførarar, sum standa í bíðirøðini um at geva tekin og pláss, soleiðis at onnur ikki vera forða fyri at sleppa fram í ferðsluni.

Facebook viðmerkingar