Avataq við Tordar Dimon á brúnni sett nýtt met

Fyri tveimum og einum hálvum mánað síðani setti Avataq mett tá umræður rækjufiskiskap í Grønlandi og í vikuni setti Avataq við Tordar Dimon úr Vági á brúnni aftur nýtt met.

Avataq er størsti og mest framkomni trolari í Grønlandi. Teir eldri trolararnir fiska 4-500 tons av rækjum hvønn túr, meðan tað helst bara er spurningurin um tíð áðrenn nýggju trolararnir koma upp á 1.000 tons fyri túrin.

Tordar Dimon, skipari á Avataq, greiður frá, at teir loystu 11. Juli og túrurin endaði 4. August. -Og tá teir landaðu í Sisimiut ónsdagin 5. August, so var vektin 927 tons, ella 24 tons meiri enn met-túrin hjá Avataq í mai.

Sum verða man er Tordar væl nøgdur við metið. -Vit eru jú eitt fiskiskip og tá vit fara til fiskiskap, so er tað við tí fyri eyga at fiska so nógv sum tilber. Hesa ferð gekk tað gott og eg eri sera fegin um góða fiskiskapin eftir at okur høvdu eitt havarí fyrr í summar. -So tað fløvar við so stórari last, hóast vit høvdu nakrar tøkniligar avbjóðingar í byrjanini av túrinum, sigur Tordar Dimon, skipari.

26 prosent av teimum 927 tonsunum av rækjum verða virkaðar á virkinum hjá Royal Greenland í Sisimiut, meðan restin verður útflutt til marknaðir kring heimin.

Facebook viðmerkingar