Hetta er ein av spurningunum, ið ein arbeiðsbólkur, settur av formonnunum í feløgunum kring landið, arbeiðir við í hesum døgum. Somuleiðis viðgerð bólkurin skipanina við uppalingarpengum
Í fjør tóku formenninir í øllum fótbóltsfeløgunum avgerð um, at seta ein arbeiðsbólk, ið skuldi viðgerða, um verandi kappingarleistur skal varðveitast, ella møguliga broytast. Harafturat verður eisini arbeitt við bygnaðinum í samband við uppalingarpengarnar.
Nógv prát hevur verið um hetta seinastu tíðina, og hóast koronafarsóttin hevur órógvað og seinkað arbeiðnum eitt sindur, so gongur væl, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum, Róin Schrøter.
– Feløgini hava verið inni til hoyringar, og tað hevur verið sera áhugavert at hoyrt hvørt einstakt felag, ið øll hava verið væl fyrireikaði. Fótbóltsføroyar spenna vítt, og tað ger arbeiðið eisini ógvuliga spennandi.
– Næsta stig er at samskifta við serkunnleikan og aðrar áhugabólkar. Arbeitt verður fram ímóti at koma við einum tilmæli, ið kann leggjast fyri formenninar í seinnu helvt av november, sigur Róin Schrøter í viðmerking til heimasíðuna hjá FSF.
Tey, ið manna arbeiðsbólkin eru Róin Schrøter, Fríðin Ziskason, Sunniva Kollslíð, Jákup Mørk, Dánjal Hansen, Marius Thomassen, Jón Nordendal og Julius Vest Joensen.
Facebook viðmerkingar