Leygardagin 2 januar fer SuSvim aftur undir árligu fløskuinnsavnanina. Innsavna verður í øllum bygdum í oynni. Orsakað av Covid 19, verður ikki fari inn til fólk, tí verður heitt á tykkum, sum vilja stuðla, um at seta fløskurnar út
til vegin, so verða tær avheintaðar. Byrja verður kl. 13.
Møguleiki verður eisini at avlevera fløskurnar, um fólk heldur vilja tað. Á Tvøroyri verður tað, á vanliga staðnum, hjá Faroe Ship undir Bónus. Í Vági verður tað niðri á keiini har uppboðsølan helt til, Gamla Suðurfisk.
SuSvim takkar øllum fyri stuðulin, og ynskir øllum eitt eydnuberðandi nýggjár.
Facebook viðmerkingar