Dagførd tilmæli frá landsstýrinum 7. januar 2021
- Øll óneyðug ferðing til onnur lond verður frámæld.
- Mælt verður til at fólk í størstan mun bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við.
- Mælt verður til at halda tveir metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til.
- Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.
- Mælt verður frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
- Tað kunnu í mesta lagi savnast 100 fólk, men einans um til ber at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski.
- Matstovur og skeinkistøð skulu frá fríggjadegnum 8.desember til og 17. januar 2021 lata aftur klokkan 22:00.
- Handilsvinnan eigur at tryggja, at spritt er tøkt, og reingerðin í handlinum er í lagi. Skelting eigur at veða sett upp fyri at hjálpa kundunum at bera seg rætt at. Starvsfólk eiga hava verndarútgerð, um neyðugt. Handlar kunnu lætta um við til dømis at hava munnbind tøk til viðskiftafólk. Og tað er ábyrgdin hjá handilsvinnuni at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
- Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri innkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Best er eisini at fara til handils, tá ið fá fólk eru í handlunum. Um nógv fólk eru í handlinum, er best at bera munnbind.
- Mælt verður til, at allar innandura ítróttakappingar verða hildnar uttan áskoðarar. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar. Venjarar og neyðug hjálparfólk kunnu verða til staðar til kappingarnar.
- Mælt verður frá, at skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar skipa fyri størri tiltøkum, har onnur enn tey, sum tey vanliga eru saman við, eru við. Hetta merkir, at tað ikki eigur at verða skipað fyri tiltøkum, har foreldur ella onnur avvarðandi eru við.
- Ferðandi eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
- Øll ferðandi, sum koma til Føroya eiga at fara í heimauppihald til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.
- Ferðandi eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ.
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
- Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
- Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
- Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
- Minst til altíð at halda frástøðu.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.
Facebook viðmerkingar