Nú árið 2020 er farið afturum er greitt, at kommunurnar í Suðuroynni fingu tilsamans 160,8 mió. kr. í persónsskatti í 2020. Hetta er gott og væl 1,7 mió. kr. meiri enn í 2019, tá kommunurnar fingu 159,1 mió. kr. í skatti.
Talan er um ein vøkstur á 1,01%, sum er væl lægri vøkstur enn í landinum sum heild, tí í miðal vuksu persónsskattainntøkurnar hjá kommununum frá 2019 til 2020 við 3,14%.
Serliga vøkstur í Fámjins, Hvalbiar og Porkeris kommunu
Verður hugt eftir hvussu gongdin er hjá einstøku kommununum í Suðuroynni, so eru tað serliga tríggjar kommunur, sum skilja seg burturúr tá ræður um vøkstur í persónsskattainntøkunum, og eru tær Fámjins, Hvalbiar og Porkeris kommuna.
Í Fámjins kommunu vuksu persónsskattainntøkurnar við 7,54% í 2020 samanborið við 2019. Í Hvalbiar kommunu var talan um vøkstur á 4,79%, meðan vøksturin í Porkeris kommunu var 4,05%.
Skoytast kann uppí, at persónsskattainntøkurnar í Fámjins og Hvalbiar kommunu hækkaðu, hóast skattaprosentið varð lækka frá 2019 til 2020.
Í Tvøroyrar kommunu var talan um vøkstur á 1,33%, meðan vøksturin í Hovs kommunu var 0,74%. Leggjast kann afturat, at skattaprosentið í Tvøroyrar kommunu lækkaði frá 2019 til 2020.
Hinvegin minkaðu skattainntøkurnar í Sumbiar og Vágs kommunu. Í Sumbiar kommunu var minkingin 0,28%, meðan minking í Vágs kommunu var 1,67%. Leggjast kann afturat, at umframt minni virksemi í alivinnuni, so er ein orsøkunum til lækkingina í persónsskattainntøkunum í Vágs kommunu er, at persónsskatturin lækkaði og barnafrádrátturin hækkaði í 2020 samanborið við í 2019.
Facebook viðmerkingar