Í 2020 fingu kommunurnar í Suðuroynni tilsamans 160,8 mió. kr. í persónsskatti í 2020, góðar 1,7 mió. kr. meiri enn í 2019, tá kommunurnar fingu 159,1 mió. kr. í skatti.
Sum nevnt, so er talan um vøkstur á 1,01%. Men høvdu kommunurnar í Suðuroynni havt sama vøkstur sum í landinum sum heild, so høvdu kommunurnar fingið umleið 164 mió. kr. í persónsskatti í 2020, ella umleið 5 mió. kr. meiri enn í 2019.
Verða persónsskattainntøkurnar í Suðuroynni roknaðar pr. borgarar í Suðuroynni, so vóru persónsskattainntøkurnar pr. borgara í 2020 umleið 34.500 kr.
Til samanbering vóru persónsskattainntøkurnar pr. borgara í Tórshavnar kommunu smáar 38.900 kr. pr. borgara. Í Eysturkommunu vóru persónsskattainntøkurnar pr. borgara smáar 43.600 kr., og í Klaksvíkar kommunu góðar 41.700 kr. pr borgara.
Um kommunurnar í Suðuroynni høvdu persónsskattainntøkur, sum vóru á sama støði, sum í Tórshavnar kommunu, so vóru persónsskattainntøkurnar í Suðuroynni umleið 181 mió. kr. – og ikki umleið 161 mió. kr. Vóru persónsskattainntøkurnar á sama støði sum í Klaksvíkar kommunu, vóru inntøkurnar umleið 194 mió. kr., meðan persónsskattainntøkurnar høvdu verið góðar 203 mió. kr., um persónsskattainntøkurnar í Suðuroynni vóru á sama støði sum í Eysturkommunu – ein munur á góðar 40 mió. kr.
Einfalda samanberingin vísir, at persónsskattainntøkurnar í Suðuroynni eru lutfalsliga lágar, tá samanborið verður við kommunur kring landið.
Fólkatal 1. nov. 2020
Facebook viðmerkingar