Dennis Nielsen aftur til Suðuroyar

FC Suðuroy boðaði fyri løtu síðani frá, at sáttmáli er gjørdur við Dennis Nielsen fyri kappingarárið 2021. Dennis er 29 ára gamal og er verjuleikari.

Dennis Nielsen var ein av profilunum á felags Suðuroyarliðnum í 2018, tá Glenn Ståhl var venjari. Tá spældi Dennis í miðverjuni hjá Suðringum.

Dennis Nielsen hevur seinastu árini spælt fótbólt í Avstralia og í Onglandi.

Dennis flytir saman við familjuni til Vágs í næstum og verður partur av 1. deildarhópinum hjá FC Suðuroy. Harumframt fer Dennis Nielsen eisini at venja U17 liðið.

Facebook viðmerkingar