VB tapti ímóti H71

Mynd: Bjartur Vest

Sunnudagin var VB í Hoyvík og spældi dyst ímóti H71 í fyrsta umfari í Faxi-kondi kappingini.

Dysturin endaði við 34-26 sigri til H71. Í hálvleikinum var støðan 19-10 til H71.

Málini hjá VB gjørdu:
Durita Hjelm: 7 mál
Bára K. Mortensen: 6 mál
Vladana Lazendic: 4 mál
Gurið Augustinussen og Helga Kjærbo: 3 mál
Rúna Jacobsen: 2 mál
Krista M. Leo: 1 mál

Støðan í bólki 2 í Faxi-kondi kappingini er hendan:

Facebook viðmerkingar