Hvønn mánamorgun og tórsmorgun er Páls Høll opin frá kl. 8.30 til kl. 10.00 (tá stongja dyrnar, atgongumerkjasølan steðgar tó 9.15).
Hesar dagar leita fólk, sum eru 65 úr allari oynni í Páls Høll at svimja og ikki minst at venja undir leiðslu av fysioterapeuti.
Venjing verður skipað sum bólkavenjing úti í hylinum og tey 15-20, sum vóru í Páls Høll mánamorgun lótu sera væl at venjingin – og at hugnaligu løtuni aftaná venjingina.
Sum nevnt er opið mánamorgun og tórsmorgun frá kl. 8.30 til kl. 10.00 og kostnaðurin fyri pensjónistar er 30 kr. (annars 50 kr. fyri vaksin).
Myndin er ikki frá januar 2021.
Facebook viðmerkingar