Seinastu vikuna hevur Handilin á Gørðunum, sum felagið D. J. Vilhelm eigur og rekur, verið stongdur vegna umvælingar.
Í dag lat handilin uppaftur og er tað sjón fyri søgn, at handilin tekur seg betri út, nú umvælingar og broytingar eru gjørdir í handlinum.
Alex Vilhelm, stjóri í D. J. Vilhelm, greiður frá, at tey í eina tíð hava arbeitt við at gera dagføringar í handlinum og tey eru væl nøgd við úrslitið.
D. J. Vilhelm verður 124 ár í næstu viku, so tað var eisini passaligt at lata upp við einum føðingardagstiltaki, sigur Alex Vilhelm.
Greinin heldur áfram undir myndunum
Millum elstu handlar í Føroyum
D. J. Vilhelm varð stovnað sum matvøruhandil 27. januar í 1897 vesturi við Misá og telist handilin millum elstu matvøruhandlar og handlar annars í Føroyum.
Í 1990árunum yvirtók D. J. Vilhelm ognirnar á Gørðunum og varð handilin tá fluttur út á Garðarnar og hevur síðani havt navnið Handilin á Gørðunum.
Í samband við 120 ára føðingardagin lat D. J. Vilhelm eisini upp kafe og savn í Handlinum á Gørðunum, har forvitnislig framsýning eisini er. Í hølunum á Gørðunum heldur eisini Reyða Kross handil til á 2. hædd.
Í samband við at handlini lata uppaftur í dag, nú komið varð á mál við dagføringarnar, varð bjóðað kaffi/te og okkurt gott afturvið.
Facebook viðmerkingar