Bæði land og kommunu fingu væl minni í persónsskatti í januar 2021 samanborið við í januar í 2020 vísa fyribils tølini frá TAKS.
Kommunurnar fingu í januar 2021 umleið 153,3 mió. kr., samanborið við umleið 159,2 mió. kr. í 2020 – ein munur á 5,9 mió. kr. ella ein lækking á 3,72%.
Eisini Landið fekk minni inn í skatti í januar 2021 enn í januar í fjør. Munurin hjá landinum var eitt sindur minni, 3,75 mió. kr. ella 2,75% minni inn í persónsskatti í januar í ár samanborið við í fjør.
Eftirlønarskatturin vaks hinvegin við útvið 5% frá januar í 2020 til januar 2021 – og eftirlønarskatturin er sum kunnugt partur av fíggingini av eldraøkinum, sum kommunurnar vara av, so hetta er ein inntøkuvøkstur hjá kommununum.
Flestu kommunurnar minni inn í persónsskatti
Tær allarflestu kommunurnar fingu minni inn í persónsskatti í januar í 2021 enn í 2020. Nøkur fá undantøk eru, og eru tað bara Fugloyar, Nes og Eiðis kommuna, sum høvdu ein vøkstur omanfyri 1% í persónsskattainntøkunum í januar 2021.
Facebook viðmerkingar