Útvið 16.000 fólk um Suðuroyarfjørð í januar

Í januar ferðastu 15.900 fólk við Smyrli um Suðuroyarfjørð og er hetta ein lítil vøkstur í mun til í januar 2020, tá 15.570 fólk ferðastu um Suðuroyarfjørð – ein vøkstur á 2,1%.

Talið av akførum, sum fóru um Suðuroyarfjørð í januar í ár, var eisini eitt vet hægri enn í januar 2020. Í januar vórðu 6.769 akfør flutt um Suðuroyarfjørð við Smyrli, meðan talið í januar 2020 var 6.587 akfør – ein vøkstur á 3,2%.

Facebook viðmerkingar