Í januar í ár fingu kommunurnar í Suðuroynni tilsamans smáar 11,6 mió. Kr. í persónsskatti. Sama tíðarskeið í fjør vóru inntøkurnar frá persónsskatti hjá kommununum í Suðuroynni 12,5 mió. Kr. Sostatt fingu kommunurnar eina lítla millión minni inn í skatti í januar 2021 enn í januar 2020 – ein minking á 7,5% frá januar 2020 til januar 2021.
Lutfalsligu størsta minkingin var í Hovs kommunu, har inntøkurnar frá persónsskatti minkaðu við 28,21%. Í Sumbiar og Vágs kommunu var minkingin omanfyri 10%; 12,44% í Sumbiar kommunu og 10,81% í Vágs kommunu.
Einasta kommuna í Suðuroynni, sum hevði ein vøkstur í persónsskattainntøkunum í januar 2021 samanborið við januar 2020 var Fámjins kommuna, har vøksturin var 0,14%.
Skoytast kann uppí, at tvær kommunur í Suðuroynni broyttu skattaprosentið frá 2020 til 2021. Í Vágs kommunu lækkaði skatturin úr 21,65% niður í 21,50%. Í Hvalbiar kommunu hækkaði skattaprosentið úr 19,75% upp í 20,75%. Tvær kommunur broyttu eisini barnafrádráttin frá 2020 til 2021. Sumbiar kommuna hækkaði barnafrádráttin úr 6.000 kr. upp í 6.500 kr. Og Hovs kommuna hækkaði barnafrádráttin úr 7.500 kr. upp í 8.000 kr. Hesi viðurskifti hava eisini ávirkan á inntøkurnar frá persónsskatti í kommununum.
Facebook viðmerkingar