TB á útivølli ímóti Víkingi í 1. umfari

Vikuskiftið 6. og 7. mars byrjar Betrideildin 2021. Og í fyrsta umfari skal TB spæla á útivølli ímóti Víkingi. Dysturin verður sunnudagin 7. mars.

Fyrsti heimadystur hjá TB í Betrideildini verður ikki fyrr enn í 3. umfari, tá TB tekur ímóti KÍ, hetta verður leygardagin 20. mars.

TB endar kappingarárið á heimavølli ímóti 07 Vestur leygardagin 30. oktober.

Facebook viðmerkingar